- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havnin og Sandoyggin umrøða skúlasamstarv
Tórshavnar kommuna og kommunurnar í Sandoynni hava umrøtt møguleikan at samstarva á skúlaøkinum
- Hetta er ein upplagdur møguleiki, nú Sandoyartunnilin fer at lata upp fyri ferðslu, sigur borgarstjórin í Skálavíkar Kommunu.
Tórshavnar kommuna og Sands kommuna hava avtalað samstarv um tilbúgving, og nú umrøða kommunurnar eisini møguleikan fyri skúlasamstarvi. (Mynd: Tórshavnar kommuna)
Heri Sverrason, borgarstjóri á Sandi og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hittust í gjár, har teir eisini umrøddu møguleikan fyri skúlasamstarvi.
Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu, heldur, at møguleikar eru fyri breytarsamstarvi.
Partarnir hittast aftur at umrøða samstarvsmøguleikarnar á skúlaøkinum fyrst í nýggja árinum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: