Útflutningurin vaksin 400 milliónir

Útflutningurin vaksin 400 milliónir
Tilsamans hava vit útflutt fyri 9,5 milliardir fyrstu níggju mánaðirnar í ár
Fiskaútflutningurin fyrstu níggju mánaðirnar var 8,6 milliardir kr.
 
17.11.2023 - 11:07

Samlaði útflutningurin fyrstu níggju mánaðirnar í ár var 9,5 milliardir krónur, vísa tøl hjá Hagstovuni. 

Tað eru 403 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í fjør

Størsti vøksturin er í bólkunum 'Slógv og fiskaúrdráttir' og 'Annar fiskur', sum er annar fiskur enn toskur, upsi, hýsa, makrelur, sild, svartkjaftur, svartkalvi og laksur. 

Virðið á fiskaútflutninginum vaks 556 milliónir kr. fyrstu níggju mánaðirnar, ella sjey prosent

Laksaútflutningurin minkaði 192 milliónir krónur, ella fimm prosent. 

Nøgdin er minkað 6.700 tons, ella 13 prosent. Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er prísvøksturin steðgaður.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu er minkað tilsamans 256 milliónir krónur. Fyri tosk 22 prosent, upsa átta prosent og hýsu 17 prosent. 

Prísurin er fallin á øllum teimum týdningamestu fiskasløgunum. 

Útflutningurin til Russlands var 90 milliónir krónur í september. Av hesum er 78 milliónir uppsjóvarfiskur, sigur Hagstovan.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. januar
Mono - Ein sangferð í Europa (2:5)
186410
Hósdag 16. januar
«Brúdleyp í Kána»
186392
Hósdag 16. januar
Morgunlestur hósdagur 16. januar 2025
186262
Mikudag 15. januar
Skratsj 15. januar 2025
186353
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275