- Tíðindi, mentan og ítróttur
Haaland spælir ímóti Føroyum
Føroysku landsliðsmiðverjarnir skulu royna seg ímóti Erling Braut Haaland í dag.
- Erling kemur á vøllin. Vit fáa at síggja, um tað verður frá byrjan, ella um hann kemur inn í seinna hálvleiki, segði norski venjarin, Ståle Solbakken sambært VG.
Greitt er, at hin stóra stjørnan á norska landsliðnum, Martin Ødegaard, ikki er við og tað er Real Sociedad-framherjin, Alexander Sørloth, heldur ikki.
Norra spælir sín síðsta EM-undankappingardyst á útivølli ímóti Skotlandi sunnudagin, men hevur ongan møguleika at spæla seg til endaspælið ígjøgnum hesa undankappingina, tí bæði Skotland og Spania eru fimm stig frammanfyri.
Kortini heldur Burnley miðvallarin, Sander Berge, at dystirnir ímóti Føroyum og Skotlandi hava týdning.
- Vit kunnu menna okkum, og hetta er eisini ein møguleiki at spæla okkum til størri sjálvsálit, segði Sander Berge á tíðindafundi í gjár sambært VG.