- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú eru 54.522 fólk í Føroyum
Nú búgva yvir 54.500 fólk í Føroyum.
1. oktober var fólkatalið 54.522.
Tað eru 554 fleiri enn 1. oktober í fjør. Vøksturin er eitt prosent.
Fólkatalið veksur framvegis við somu lítlu ferðini, sum vit hava sæð í ár og í fjør, skrivar Hagstovan.
Útlendingar økja fólkatalið
Lítla minkingin í árligu broytingini kemur av, at nettoflytingin er minkað eitt sindur meiri, enn burðaravlopið er vaksið.
Hon sigur eisini, at fólk, sum ikki eru danskir ríkisborgarar, økja um fólkatalið.
Fyri fimm árum síðani stóðu danskir ríkisborgarar fyri tveimum triðingum av fólkavøkstrinum.
Seinasta árið stóðu ríkisborgarar úr Asia og evropeiskum londum uttan fyri Norðurlond fyri tveimum triðingum av fólkavøkstrinum.