Barsilsgjaldið skal prístalsjavnast

Barsilsgjaldið skal prístalsjavnast
Løgtingið viðger uppskotið frá landsstýrinum í dag
Tingfundur verður klokkan 11 fyrrapartin.
 
16.01.2025 - 07:57

Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið um broytingar í barsilslógini, sum Margit Stórá, landsstýriskvinna, kom í løgtingið við stutt fyri jól.

Millum annað skal hámarkið í barsilsstuðlinum prístalsjavnast hvørt ár.

Broytingin skal tryggja, at størsta útgjald úr barsilsskipanini samsvarar við prís- og lønarvøksturin.

Broytingarnar í barsilslógini skulu koma í gildi 1. mai.

Og í dag fer Dennis Holm, landsstýrismaður, at svara Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum spurdi um fast samband til allar útoyggjar við undirsjóvarbreyt, metro. 

Tingfundurin í dag er kl. 11.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881