Knesset samtykkir væntandi vápnahvíldina í dag

Knesset samtykkir væntandi vápnahvíldina í dag
Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas kemur í gildi sunnudagin
Knesset atkvøður um vápnahvildina í dag. (Savnsmynd)
 
16.01.2025 - 08:13

Ísraelska tjóðartingið Knesset fer væntandi seinni í dag at atkvøða um og samtykkja vápnahvíldina í Gasa, sum partarnir komu ásamt um í Katar í gjár.

Vápnahvíldin, sum kemur í gildi sunnudagin 19. januar, og sum skal vara í fyribils seks vikur, ber millum annað í sær, at Hamas skal lata 33 ísraelskar gíslar leysar, og Ísrael skal lata eitt enn ókent tal av palestinum leysum, sum í dag sita í ísraelskum varðhaldi.

Semjan sigur eisini, at ísraelskar herdeildir skulu taka seg aftur til eina sonevnda "buffara-sonu" á markinum millum Gasa og Ísrael, og skulu eisini taka seg heilt úr ávísum økjum í Gasa, so fólk, ið eru flýdd undan bumbu- og rakettálopum, kunnu fara heim aftur.

 

Fleiri samráðingar

Hetta er fyrsta stig av trimum í vápnahvíldini. Hini bæði stigini skulu partarnir samráðast um so hvørt. Sambært BBC verður farið undir at samráðast um annað stigið 16 dagar eftir, at vápnahvíldin er komin í gildi - og tað verður so 4. februar.

Sambært amerikanska forsetanum Joe Biden skal annað stigið hava við sær fullkomna ísraelska afturtøku úr Gasa, og ísraelsku gíslarnir, sum eftit eru, verða latnir leysir. Hetta veldst tó alt um, hvussu fyrsta stigið í vápnahvíldini fer at ganga.

Katar hevur saman við Egyptalandi og USA roynt semju í krígnum millum Ísrael og Hamas.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805