Gamal maskinførari skjýtur seinasta skotið

Gamal maskinførari skjýtur seinasta skotið
Anfinn Johannesen, sum hevur starvast hjá Landsverki í meira enn 40 ár, skjýtur seinasta skotið í Dalstunlinum
Anfinn Johannesen heilsar upp á Sigurd L. Lamhauge, stjóra í Landsverki, í Dali, nú hann skal skjóta seinasta skotið í tunlinum.
 
09.11.2023 - 14:23

Tað verður Anfinn Johannesen, sum hvørja løtu fer at skjóta seinasta skotið í Dalstunlinum.

Hátíðarhald er í Dali nú kl. 15, tá seinasta skotið verður latið av.

Anfinn Johannesen er dalbingur og starvaðist sum maskinførari hjá Landsverki í góð 40 ár.

Ein av uppgávunum hjá honum hesi árini var at halda bratta vegin til Dals opnan fyri kava.

Men uppgávuna í dag hevur hann ikki fyrireikað seg stórvegis til.

Tað segði hann við Birgit Eliasen, tá hon fyrr í dag hitti fyrrverandi maskinføraran:

 

09112023_Anfinn_Johannesen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212