- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Samgongan og fiskivinnupolitikkur
Í fleiri umførum eru samgonguflokkarnir farnir til val at tryggja, at tilfeingisrentan í fiskivinnuni verður tikin inn, og at forða fyri, at fiskurin - fólksins ogn - verður endaliga avhendaður til privatar aktørar, sum tað hevur verið sagt.
Men lítið og einki, sum er sagt, er sett í verk.
Fyrst slepti landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlanini um, at heimaflotin skuldi fáa makrelstuðul, og nú hevur hann boðað frá, at fiskiloyvini skulu hava gildi í 10 ár.
Hvat ætlar samgongan í fiskivinnupolitikkinum, og hvat merkir ein breið semja á hesum økinum?
Tað viðgera vit í Breddannum í dag.
Kjak verður eisini millum fýra floksformenn. Teir eru Høgni Hoyrdal, formaður í Tjóðveldi, Aksel V Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, og Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.