- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tórshavnar kommuna endurrindar parkeringarbøtur
Tórshavnar kommuna endurrindar parkeringarbøtur
Fólk, sum hava fingið bót fyri at parkera ólógliga í parkeringssonuni í Gundadali kunnu nú søkja Tórshavnar kommunu um endurgjald. Tað boðar kommunan frá
Mynd: Tórshavnar kommuna
08.11.2023 - 19:24
Fólk, sum hava fingið bót í tíðarskeiðnum 1. januar 2021 til 15. september í ár, kunnu senda umsókn til kommununa um afturrindan av útreiðslum.
Umsóknin skal fyllast út á heimasíðuni hjá kommununi, har millum annað bót og kvittan fyri, at bótin er goldin, skal viðfestast.
Tórshavnar kommuna sigur, at ber ikki til at finna upprunaligu bótina, kunnu fólk útvega sær nýggja útskrift av bótini hjá løgregluni.
Umsóknin má vera kommununi í hendi í seinasta lagi 5. januar næsta ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV