- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fakfelagsformaður: Vit standa á síðulinjuni og fáa ikki gjørt nakað
Klokkan eitt í dag vóru tey uppsøgdu starvsfólkini á Bakkafrosti boðin til fundar, har tey fingu kunning í sambandi við uppsagnirnar.
Eitt nú vóru umboð fyri Arbeiðarafeløgini har fyri at tryggja, at alt gekk rætt fyri seg, eins og umboð fyri Útlendingastovuna, ALS og TAKS kunnaðu um, hvat tey uppsøgdu skuldu leggja upp fyri, nú tey fara úr starvi.
Somuleiðis var møguleiki at tosa við ein sálarfrøðing og ein prest, um nakar hevði ynski um tað.
- Vit standa á síðulinjuni og fáa ikki gjørt nakað.
Tað sigur formaðurin í Arbeiðarafelagnum Hæddini í Runavík, nú nógvir av hansara limum hava fingið uppsagnarskriv.
Hoyr samrøðu við formannin í Arbeiðarafelagnum Hæddini í Runavík, Stig Lamhauge Davidsen, og síðani Georg F. Hansen, formann í Føroya Arbeiðarafelag, eftir kunningarfundin í útvarpstíðindunum
Georg F. Hansen er formaður í Føroya Arbeiðarafelag.