Starvsfólk á Bakkafrosti: Tað kom óvart á

Starvsfólk á Bakkafrosti: Tað kom óvart á
Klokkan eitt í dag vóru tey uppsøgdu starvsfólkini á Bakkafrosti boðin til fundar, har tey fingu kunning í sambandi við uppsagnirnar
Jónsvein Finsson og Bárður Áarstein
Mynd: Kringvarpið  
 
08.11.2023 - 18:33

Tað kom ógvuliga óvart á nøkur av starvsfólkunum á Bakkafrosti at verða søgd úr starvi í dag.

Rúni Rógvason Rasmussen er ein av teimum, sum er sagdur úr starvi.

 

Bakkafrost hevði kunnandi fund fyri starvsfólkunum klokkan 13.

Eitt nú vóru umboð fyri Arbeiðarafeløgini har fyri at tryggja, at alt gekk rætt fyri seg, eins og umboð fyri Útlendingastovuna, ALS og TAKS kunnaðu um, hvat tey uppsøgdu skuldu leggja upp fyri, nú tey fara úr starvi. 

Somuleiðis var møguleiki fyri at tosa við ein sálarfrøðing og ein prest, um nakar hevði ynski um tað.  

Hoyr samrøðu, sum Kringvarpið gjørdi við nøkur av starvsfólkunum eftir kunnandi fundin:

Í samrøðuni hoyrdu vit Bárð Áarstein, Jónsvein Finsson, filipinsku Gemmu Johannesen og Rúna Rógvason Rasmussen.

Á nýggjárinum sleppur Gemma Johannesen ikki longur at arbeiða á góðskingarvirkinum hjá Bakkafrosti á Glyvrum. 

 

Býtið millum tey uppsøgdu er helvt um helvt føroyingar og útlendingar. Meðan stórt sæð allir uppsøgdu útlendingarnir vóru møttir til fundin, hildu nógvir av uppsøgdu føroyingunum seg burtur frá fundinum.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212