Noyðast at fara aftur til samráðingarborðið

Noyðast at fara aftur til samráðingarborðið
Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum gongur nú á sættu viku
Marita Rasmussen, fyrrverandi stjóri í Vinnuhúsinum, Jógvan Amonson, fyrrverandi semingsmaður, og Ingeborg Vinther, fyrrverandi forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, vóru í Breddanum fyrrapartin.
 
08.11.2023 - 15:29

Skal endi fáast á sáttmálatrætuni millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið, er fyrsta treytin, at partarnir fara aftur til samráðingarborðið.

Tað eru Marita Ramussen, fyrrverandi stjóri í Vinnuhúsinum, Jógvan Amonson, fyrrverandi semingsmaður, og Ingeborg Vinther, fyrrverandi forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, á einum máli um.

Tey vóru í Breddanum fyrrapartin.

Verkfallið gongur nú á sættu viku, og einki samband er millum partarnar í løtuni.

- Einki hendir, um partarnir ikki tosa saman, sigur Marita Rasmussen.

Jógvan Amonson sigur, at semingsmenninir eru hjálparleysir, tí partarnir vilja ikki flyta seg.

- Skal trætan loysast, noyðast partarnir at tosa saman, og kanska hava semingsmenninar sum millumlið, sigur Ingeborg Vinther.

 

Sí brot úr Breddanum:

 

BREDDI_UM_VERKFALL

 

Hoyr allan Breddan her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212