Kristian R. Davidsen verður aftur stjóri í Føroya Tele

Kristian R. Davidsen verður aftur stjóri í Føroya Tele
Hann tekur við starvinum í fyrsta ársfjórðingi í 2024
Kristian R. Davidsen tekur við sum stjóri í Føroya Tele í fyrsta ársfjórðingi næsta ár.
 
08.11.2023 - 10:38

Kristian R. Davidsen verður aftur stjóri í Føroya Tele.

Hann var samtaksstjóri frá 2006 til 2015, og seinastu átta árini hevur Kristian R. Davidsen verið stjóri í almenna grønlendska tele-og flutningsfelagnum, Tusass.

 

Rætti persónurin

- Kristian R. Davidsen kennir fjarskiftisøkið sera væl. Harumframt hevur hann serliga vitan um fjarskifti í fjarskotnum økjum, eftir at hann bæði hevur drúgvar royndir úr Føroyum og Grønlandi. Nevndin metir, at hann er rætti persónurin at standa á odda fyri Føroya Tele næstu árini, sigur Bjarni Arnason, nevndarformaður í Føroya Tele, í tíðindaskrivi.

 

Fegnast um at koma heimaftur

Kristian R. Davidsen gleðir seg til eitt tørn aftrat á Føroya Tele.

 - Eg fegnist um møguleikan at koma aftur til Føroya, bæði til eitt gott heim og eitt gott arbeiðspláss. Tað eri eg sera takksamur fyri, og tað er við stórum áhuga, at eg fari til verka aftur fyri Føroya Tele at flyta samtakið víðari í fjarskiftistilgongdini, sum gongur við rúkandi ferð, sigur Kristian R. Davidsen, í tíðindaskrivinum.

Kristian R. Davidsen tekur ætlandi við sum samtaksstjóri í Føroya Tele í fyrsta ársfjórðingi 2024, tá hansara verandi starvsviðurskifti við Tusass eru endaliga avgreidd.

Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við Kristian R. Davidsen í útvarpstíðindunum:

 

08112023_Kristian_Davidsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212