- Tíðindi, mentan og ítróttur
MT Højgaard riggar av í Grønlandi
MT Højgaard riggar av í Grønlandi
Byggifelagið hevur staðið fyri nógvum stórum útbyggingum í Grønlandi seinastu 100 árini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/lestraribudir_gronland.png?itok=yc1crMwZ)
Byggiverkætlanir, sum MT Højgaard hevur staðið fyri í Grønlandi seinastu árini, hava givið hall, m.a. hesar lestraríbúðirnar í Qaqortoq.
Mynd: MT Højgaard og Sermitsiaq
06.11.2023 - 14:02
Stóra byggifelagið MT Højgaard riggar nú av í Grønlandi.
Sermitsiaq skrivar, at MT Højgaard Grønland og Arssarnerit, sum MT Højgaard eigur, verða nú lýst til sølu.
MT Højgaard hevur staðið fyri nógvum stórum útbyggingum í Grønlandi seinastu 100 árini, men seinastu stóru verkætlanirnar í Grønlandi hava givið hall.
Stjórin í MT Højgaard Holding, Henrik Mielke, sigur við Sermitsiaq, at felagið nú fer at selja seinastu altjóða feløg síni, og hugsavna seg um danska marknaðin.
- Hetta mugu vit gera fyri at eigarar, starvsfólk og kundar kenna seg trygg, sigur stjórin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV