- Tíðindi, mentan og ítróttur
Talgilt savn um staðarnøvn
Talan er um eitt framhald av bygda- og ættarsøguni í bygdunum Nes, Toftir og Saltnes, har seinasta bind av trimum, ið snúði seg um ættarsøguna, kom í august 2018.
Eisini vildi kommunan varðveita staðarnøvnini í kommununi. Tí varð avgerð tikin um at heita á Janus Jensen um at fara undir at samskipa staðarnøvnini, og seinni kom eisini Ólavur Magnussen upp í arbeiðið, sum ikki skuldi út í bók, men gerast talgilt.
Arbeiðið er nú liðugt, og týskvøldið var almenn framløga í Tofta skúla av tilfarinum.
Janus Jensen greiddi frá tilgongdini í arbeiðinum, um keldutilfarið og hvussu tilfarið kann brúkast, nú tað verður lagt út á heimasíðuna hjá Nes kommunu undir leinkinum ”staðarnøvn”.
Ólavur Magnussen greiddu frá søguligum tilfari, eitt nú um gamla prestagarðin á Nesi, meðan Dagfinn Højgaard, sum hevur skrivað uppgávu um staðarnøvn í Nes kommunu í sambandi við lestur sín á Fróðskaparsetrinum, greiddi frá um staðarnøvn við atliti til tað málsliga.