Føroyingar keypa færri akfør

Føroyingar keypa færri akfør
Í oktober vóru skrásett 125 akfør, og tað vóru 10 færri enn í oktober í fjør
Mynd: Savnsmynd  
 
03.11.2023 - 17:00

Akførini eru framvegis færri í ár enn í sama mánað í fjør.

Í oktober vóru skrásett 125 akfør, 10 færri enn í oktober í fjør.

Persónbilarnir eru sjey færri í ár.

Til 1.november eru skrásett 1792 akfør, 158 færri enn til 1.november í fjør.

Tað eru 8,10 prosent færri akfør.

 

Innflyta brúkt akfør

Men tá talan er um brúkt akfør, sum eru innflutt, er støðan ein onnur.

Har eru 37 í oktober í ár, 18 fleiri enn í oktober í fjør.

25 brúktir persónbilar komu í oktober, 18 fleiri enn í oktober í fjør. 

Men til 1.november er talið 224, seks færri enn í fjør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881