Semingsstovnurin: Takið annað skinn um bak

Semingsstovnurin: Takið annað skinn um bak
Landið liggur lamið, men enn stendur í botni í sáttmálatrætuni millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Á Semingsstovnurin er framvegis tøgn
Á Semingsstovninum hevur verið tøgn dagin eftir søguliga dagin í løgtinginum 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.11.2023 - 11:20

"Skal nakað broytast í fastløstu støðuni, so mugu báðir partar greitt vísa ein veruligan vilja til at flyta seg."

Soleiðis sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, sum enn einki hevur hoyrt frá pørtunum í sáttmálatrætuni millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Semingsstovnurin_Terje_Sigurdsson_03112023

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Tað treyt ikki við áheitanum á báðar partar um at fara aftur til samráðingarborðið, tímarnar meðan løgtingið í gjár fyrst viðgjørdi og í gjárkvøldi samtykti at lóggeva sjúkrarøktarfrøðingar í verkfalli aftur til arbeiðis.

Men á Semingsstovninum er framvegis tøgn - dagin eftir søguliga dagin. 

Síðstu vikurnar hevur Terje Sigurðssoon gjørt fleiri royndir at finna semju, men alt til fánýtis.

Eftir tað, sum hendi í gjárkvøldið, heitir semingsmaðurin staðiliga á báðar partar um at taka annað skinn um bak. 

Ábyrgdin liggur hjá pørtunum sjálvum, sigur Terje Sigurðsson:

Eftir at løgtingið í gjárkvøldi legði uppí verkfallið, fóru onnur fakfeløg í samhugaverkfall. 

Og millum stríðandi sáttmálapartarnar er ísakalt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212