- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu skapa fleiri spennandi størv til ungar kvinnur innan ferðavinnuna
Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, legði týsdagin fram eina nýggja ferðavinnuætlan.
Eitt av aðalmálunum í nýggju ferðavinnuætlanini hjá Visit Faroe Islands er at skapa fleiri størv í ferðavinnuni, sum tiltaka ungum kvinnum.
"70 prosent av starvsfólkunum innan ferðavinnuna eru kvinnur, og vit í Visit Faroe Islands síggja, at tað eru nógvar kvinnur, ið hava valt Føroyar til, tí hesi størvini í ferðavinnuni finnast," sigur Guðrið Højgaard.
Visit Faroe Islands sær hesi størv sum ein avgerandi partur av burðardygdini hjá føroysku ferðavinnuni í framtíðini.
"Partur av burðardygdini er, at ungar kvinnur skulu hava góðar møguleikar til spennandi størv og áhugaverdar yrkisleiðir í høvuðsvinnu í Føroyum."