- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingið sendi sjúkrarøktarfrøðingar aftur til arbeiðis
Løgtingsuppskotið um at leingja sáttmálan millum øðrumegin Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og hinumegin Fíggjarmálaráðið fyri ávís størv í Sjúkrahúsverkinum bleiv í kvøld samtykt.
Hetta merkir, at nakrir sjúkrarøktarfrøðingar, sum annars løgdu arbeiðið niður í dag, skulu aftur til arbeiðis soleiðis, at heilsuverkið framvegis virkar og at lív og heilsa hjá fólki ikki kemur í vanda.
Teir tríggir samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, atkvøddu saman við fýra sambandsfólkum, Erhard Joensen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Helga Abrahamsen og Magnus Rasmussen, fyri uppskotinum.
Sjey atkvøður vóru ímóti, og vóru tað teir fýra fólkafloksmenninir, sum vóru á tingfundinum, báðir tinmenninir hjá Miðflokkinum,og so Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum.
Fyri (19) | Ímóti (7) |
Hanna Jensen, Framsókn |
Bárður á Lakjuni, Fólkaflokkurin |