Hótta við at lýsa verkfall fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar í stundini

Hótta við at lýsa verkfall fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar í stundini
Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur sent løgmanni bræv
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, hevur sent løgmanni bræv.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.11.2023 - 09:29

Sáttmálatrætan millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar  og Fíggjarmálaráðið harðnar í hvørjum.

Í brævi, sum felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur sent Akseli V. Johannesen, løgmanni, og sum Óluva í Gong, forkvinna, hevur skrivað undir, verður sagt, at um løgmaður ger seg inn á avtaluna um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi við at leggja lógaruppskot fyri tingið, sær Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar seg ikki bundnan av avtaluni longur, og lýsir arbeiðssteðg fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar, ið starvast á sáttmálaøkinum, har sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar er galdandi.

Verkfallið kemur í gildi í somu løtu, sum tað er lýst.

 

Frá stuðulsgonguni til frama fyri Felagið hjá sjúkrarøktafrøðingunum fríggjadagin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Felagið sigur víðari:

Tað er vorðið okkum heilt greitt, at Fíggjarmálaráðið als ikki hevur viljað funnið semju, men hevur í staðin roynt at kroyst okkum til eina støðu, har vit máttu siga her til og ikki longur.

Hetta verður nú brúkt fyri at fáa Løgtingið at avgreiða málið fyri seg.

Har er ríkiligt av rúmi at samráðast, um Fíggjarmálaráðið bert sleppur sínum ultimatum, stendur í skrivinum frá Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar til løgmann. 

Les brævið her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881