
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kann draga út at gera tvískattaavtalu við Ísrael

Fíggjarmálaráðið hevur viðgjørt møguleikan um eina tvískattaavtalu við Ísrael, serliga verður hugsað um frálandavinnu og shipping-virksemi.
Sendistovan í Ísrael hevur upplýst, at bara tvey ella trý fólk í Ísrael arbeiða við tvískattaavtalum.
20 lond biða eftir at gera tvískattaavtalu við Ísrael.
Føroyar eru tí ikki á bíðilistanum, hóast vinnulívsfólk í Ísrael vilja hava eina tvískattaavtalu við Føroyar.
Tað hava tey boðað ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn frá.
Tað upplýsir Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinnu.
Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna, spurdi um tvískattaavtalur. (Savnsmynd)
Hava týdning fyri vinnuna
Hon spurdi um tvískattaavtalur, og vísti á, at løgtingið í mars heitti á landsstýrið um gera frágreiðing um, hvussu vit gera fyri at samráðast um fleiri tvískattaavtalur.
Ruth Vang sigur, at tvískattaavtalur hava stóran týdning fyri vinnuna.
Men talan má vera um eitt munandi tvívegis búskaparligt samband landanna millum, um eitt land skal freistast til at gera tvískattaavtalu við Føroyar.
At gera tvískattaavtalur er sera tíðarkrevjandi, tí Føroyar eru lítið land, sum onnur lond ikki ráðfesta høgt.
Tað tók til dømis hálvt fimta ár at gera avtalu við Bretland, sigur Ruth Vang.
Hava 15 avtalur
Føroyar hava 15 tvískattaavtalur.
Tvískattaavtalur forða fyri, at fólk vera skattað í tveimum londum.
Umframt tvískattaavtalurnar, hava Føroyar skattaavtalur við 145 lond.
Fíggjarmálaráðið tekur ikki stig til at gera tvískattaavtalur av sínum eintingum.
Tørvurin á slíkum avtalum er ikki eyðsýndur, tí í skattalógunum eru reglur, sum forða fyri, at fólk og feløg vera tvískattað, svara landsstýriskvinnan.