- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Ferðavinnustrategi fram móti 2030
"Heim" er heitið á nýggju ferðavinnuætlanini fram móti 2030, sum Visit Faroe Islands legði fram í Norðurlandahúsinum í gjár.
Eitt styrkt heim, eitt opið heim og eitt varðveitt heim, tað eru Føroyar væntandi í 2030 sambært ferðavinnustrategiini.
Hetta er okkara heim, vit skulu vísa heimablídni og kanska tað, sum er mest umráðandi: at vera um heimið hjá okkum, bæði tá ið ræður um burðardygd, at fáa fólkið við, og at fáa tey at støðast.
Les ferðavinnustrategiina her.
Hvat vilja vit við slíkari strategi, og hvussu við lógarverkinum?
Vit tosa við stjóran í Visit Faroe Islands, og seinni í sendingini verður politiskt kjak millum limir í løgtingsins vinnunevnd.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.