- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúkrahúsverkið hevur biðið um fleiri undantøk
Sjúkrahúsverkið hevur biðið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um fleiri undantøk frá verkfallinum, sum nú gongur fimtu viku.
Undantøkini, sum vóru givin i gjár, fara úr gildi klokkan fýra seinnapartin.
Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, sigur, at tey vænta at fáa svar um umbønina um undantøk tíðliga seinnapartin.
Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum.
Deildarleiðarar eisini undantøk
Sjúkrahúsverkið fekk í gjár eisini fyri fyrstu ferð undantøk til deildarleiðarar at gera ítøkiligar uppgávur í tveir dagar, m.a. at gera klárt til lønarflytingar, arbeiðsætlan fyri desember og ætlan fyri lesandi.
Sjúkrahúsverkið hevur í løtuni undantøk fyri 38 dagvaktir, 27 kvøldvaktir og 19 náttarvaktir, tað svarar til umleið eina vikuskiftismanning.
Nógv bíða eftir viðgerð
Støðan í løtuni er tann, at 1200 viðtalur á ambulatoriunum á teimum trimum sjúkrahúsunum eru útsettar.
Verkfallið hevur eisini við sær, at 220 skurðviðgerðir eru útsettar, og tey, sum skulu undir skurð, kunna ikki vænta at sleppa framat fyrr enn í fyrsta ársfjórðingi næsta ár, sigur Steinar Eirikstoft.
Hoyr samrøðu, sum Marjun Dalsgaard gjørdi við hann í útvarpstíðindunum:
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa orðið á Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Klokkan tvey hittast álitisfólkini og nevndirnar í fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum at viðgera støðuna.