270 útboð á Keypsportalinum í tíggju ár

270 útboð á Keypsportalinum í tíggju ár
Í fjør keypti landið vørur og tænastur fyri 1,7 milliardir krónur
Seinastu trý árini hevur Keypsportlurin akkumulerað, savna saman, sparingar fyri umleið 7,5 mió. kr. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
31.10.2023 - 10:00

Síðani Keypsportalurin kom í 2013, hava 270 útboð verið kunngjørd har.

Í fjør vóru 41 útboð og 49 í 2021.

Tað stendur í ársfrágreiðigini hjá Keypsportalinum fyri 2022.

Og Keypsportalurin sparir landinum pening.

 

7,5 mió. kr.

Seinastu trý árini hevur hann akkumulerað, savna saman, sparingar fyri umleið 7,5 mió. kr.

Millum annað gjørdu útboðini um dátusamskifti, at stovnar í Landsneti spardu 15 prosent, ella 551.000 kr.

Stovnar, sum ikki eru í Landsneti, spardu 0,4 prosent, 10.000 kr., tí nakrir stovnar, sum ikki eru í Landsneti, ikki vildu vera við í rammusáttmálanum.

Í fjør keypti landið vørur og tænastur fyri 1,7 milliardir krónur.

Les frágreiðingina frá Keypsportalinum her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881