Eysturlund: Eingin umsókn komin enn

Eysturlund: Eingin umsókn komin enn
Effo ætlar at byggja orkulund í Eysturoynni, sum skal vera liðug í 2026
Vinmyllulundin verður sett upp á vestursíðuni av Lambavík.
 
30.10.2023 - 13:42

Umhvørvisstovan hevur onga umsókn fingið um orkulund í Eysturoynni.

Tað sigur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovun, nú Effo fríggjadagin kunngjørdi, at farið verður undir at byggja orkulund í Eysturoynni, sum eftir ætlan skal vera liðug í 2026. 

 

Sigurð í Jákupsstovu er stjóri á Umhvørvisstovuni.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

 

30102023_Eysturlund

 

Vindmyllurnar í Eysturlund vera av slagnum Vestas. Tær eru 92 metrar høgar, og veingjaspennið er 117 metrar. (Mynd: Effo)

 

100 MW

Effo ætlar at seta vindmyllur upp í Lambavík, og talan verður um orkulund upp á 100 MW, sum svarar til alla streymnýtslu úr øllum orkukeldum í Føroyum í dag.

Orkan frá Eysturlund skal brúkast til at framleiða streym, vetni, súrevni og hita.

Verkætlanin verður ikki tengd at netinum hjá SEV.

SÍ eisini:  Effo skal byggja orkulund í Eysturoynni

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681