Føroysku fótbóltskvinnurnar taka ímóti Aserbadjan

Føroysku fótbóltskvinnurnar taka ímóti Aserbadjan
Í dag spæla bestu føroysku fótbóltskvinnurnar sín triðja dyst í Nations League. Mótstøðuliðið við Djúpumýrar er Aserbadjan, sum er oddalið í bólkinum
Signe Pries Andersen stendur á odda fyri sínum triðja dysti í dag
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
27.10.2023 - 11:09

Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum spælir seinnapartin í dag sín triðja dyst í Nations League.

Aserbadjan, sum er oddalið í bólkinum saman við Kýpros, vitjar við Djúpumýrar.

 - Vit eru í menning, men hava eisini lagt miðvíst arbeið í hetta, og hava bygt upp á síðan fyrsta dystin. Nú gleða vit okkum til at fara á vøllin at gera brúk av hesum, sigur venjarin, Signe Pries Andersen við fsf.fo.

Undan dystinum eru Aserbadjan og Kýpros fremst í bólkinum við 4 stigum í part. Montenegro er nummar 3 við trimum stigum, meðan Føroyar enn hava fyrstu stigini til góðar.

Føroyar hava tapt 1-0 ímóti bæði Montenegro og Kýpros.

Dysturin í dag byrjar klokkan 14.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV