Skansabryggjan verður útbygd norðureftir

Skansabryggjan verður útbygd norðureftir
Sambært uppskotinum um útbyggingina verður ikki fylt út beint framman fyri Skansan. Har fara at vera bátabrúgvar
Soleiðis fer útbygda havnarlagið at síggja út. Bátabrúgvar vera framman fyri Skansan.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
27.10.2023 - 08:31

Nú verður bygt uttan fyri Skansan í Havn.

Tórshavnar býráð samtykti í gjár at játta eina millión krónur til at fyrireika og projektera verkætlan um at útbyggja Skansabryggjuna norðureftir.

Átta atkvøður vóru fyri. Tjóðveldi atkvøddi ímóti.

Sambært uppskotinum um útbyggingina verður ikki fylt út beint framman fyri Skansan. Har fara at vera bátabrúgvar.

 

 

Gera veg

Ein vegur skal gerast, sum kemur út á vegin Yviri við Strond beint innan fyri hotel Havgrím.

Har verður ein brúgv, so bátar fáa siglt inn til bátabrúgvarnar.

Upprunaliga skuldi Skansabryggjan vera 163.000 fermetrar.

Men hon minkaði 68.000 fermetrar, tá verkætlanin var tillagað.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
«Eg eri hin góði hirðin»
191279
Hósdag 1. mai
Eitt korter við jazzi 1. mai 2025
191271
Hósdag 1. mai
Brot úr Føroya søgu
191270
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117