- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil sleppa aftur til samráðingarborðið
Vil sleppa aftur til samráðingarborðið
Ruth Vang, landsstýriskvinna, sigur seg vóna, at partarnir taka samráðingarnar uppaftur longu í dag
24.10.2023 - 08:23
Ruth Wang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, vil hava samráðingarnar millum lønardeildina og Felagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum tiknar uppaftur sum skjótast.
Hon vil, at partarnir seta seg saman longu í dag.
Herda verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum Óluva í Gong, forkvinna, boðaði frá í gjár, setti ferð á.
Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur sett sum treyt, at tey, hava fingið undantaksloyvi at arbeiða í sjúkrahúsverkinum, meðan verkfall er, skulu hava yvirtíðarløn.
Ruth Wang segði soleiðis í Degi og Viku í gjárkvøldið:
24102023_Ruth_um_samradingar
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV