BIIT SÝNIR: Ein ferð inn í ein annan veruleika

BIIT SÝNIR: Ein ferð inn í ein annan veruleika
Angel Nashami, sum hevur nú búð í Føroyum í átta ár, vitjar aftur í heimlandinum Kenja, og við á ferðini er føroyska vinkonan, Anna Joensen-Næs
Vinkonurnar Anna Joensen-Næs og Angel Nashami, sum fara á ferð inn í ein annan veruleika, har tað smeltar saman millum tað, ið er føroyskt, og tað, ið er kenjanskt
Mynd: úr "Ein annar veruleiki"  
 
23.10.2023 - 16:40

"Ein annar veruleiki" eitur nýggjur heimildarfilmur, sum ungdómstoymið biit hjá Kringvarpi Føroya hevur gjørt, og sum verður vístur í sjónvarpinum í annaðkvøld, týskvøldið, kl. 19.30.

Í heimildarfilminum fylgja vit tveimum vinkonum, Angel Nashami og Onnu Joensen-Næs, á ferð til Kenja.

Angel hevur búð í Føroyum í átta ár og fer nú aftur at vitja vinfólk og familju í heimlandinum, og Anna er við. 

Umvegis samrøður síggja vit, hvør Angel var, áðrenn hon flutti til Føroya.

Vit hoyra um munin á føroyskari og kenjanskari mentan.

Hvussu kennist tað, at vísa bestu vinkonu síni eina heilt nýggja síðu av sær sjálvari og taka hana við til fjarskotna heimlandið?

Vit hoyra, hvussu ung úr báðum mentanum kunnu liva saman og samstundis læra av hvørjum øðrum. 

Vit hoyra um torføru tíðina hjá Angel at tillaga seg til nýggju evropeisku mentanina við einum øðrvísi húðarliti, uppvøkstri og uttan at duga málið.

Hvussu tað var til tíðir at noyðast at venda blinda eygað til, tá ið hon føldi seg misskilta og øðrvísi.

Anna Joensen-Næs hevur lagt heimildarfilmin til rættis fyri ungdómstoymið biit

Hvat: Ein annar veruleiki
Hvar: í sjónvarpinum
Nær: í annaðkvøld, týskvøldið, kl. 19.30

20231023_REYP_EIN_ANNAR_VERULEIKI

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308