- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsgevarar og Miðlafólk gjørt nýggjan sáttmála
Arbeiðsgevarar og Miðlafólk gjørt nýggjan sáttmála
Lønin hækkar 3,8 prosent 1. november og 4,04 prosent 1. november næsta ár
Mynd: Vinnuhúsið
23.10.2023 - 11:12
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála fyri miðlafólk í privata geiranum.
Lønin hækkar 3,8 prosent 1. november og 4,04 prosent 1. november næsta ár.
Lønarhækkingin er á sama stigi sum aðrir sáttmálar, ið eru gjørdir á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingarumfarinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV