- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fakfeløg hittast í dag at viðgera støðuna í verkfallinum
Nú eru júst tríggjar vikur, síðani Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar lýsti verkfall, og í dag er kallað til fundar í Starvsfelagnum, har fakfeløgini fara at viðgera verkfallið.
Tað er formaðurin í Starvsfelagnum, Súni Selfoss, sum hevur boðað til fundar, og hann sigur í innkallingini, sum var send út fyri eini viku síðani, at einki røkist fyri, at sáttmálapartarnir í bræði sessast aftur við samráðingarborðið.
Tí heldur hann, at stundin er komin til, at fakfelagsrørslan setur seg saman at viðgera fastlæstu støðuna í samráðingunum millum fakfelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.
Súni Selfoss sigur, at fundurin fer at snúgva seg um, hvørjar møguleikar fakfeløgini hava fyri at vísa sjúkrarøktarfrøðingunum sín stuðul.