Blokkstuðul til Suðuroyartunnilin

Blokkstuðul til Suðuroyartunnilin
Uppskotið hjá Sambandsflokkinum fær fyrstu viðgerð í tinginum í dag
Sambandsflokkurin hevur skotið upp, at peningurin, sum ætlanin er at minka ríkisveitingina við, verður settur í Suðuroyartunnilin. (Savnsmynd)
 
19.10.2023 - 08:24

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um at flyta partafelagnum Suðuroyartunlinum pengarnar, sum vera tiknir av ríkisveitingini, skal hava fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag.

Í staðin fyri at minka blokkin við at niðurlaga hann, skulu pengar latast partafelagnum Suðuroyartunlinum.

25 mió. kr. skulu flytast felagnum í ár, 50 milliónir næsta ár, 75 milliónir í 2025 og síðani 100 milliónir um árið.

 

850 mió. til 2032

Hetta gevur 850 milliónir krónur fram til 2032, sigur Sambandsflokkurin, sum hevur uppskot til samtyktar um hetta.

Endamálið er at útvega so stóra eginfígging sum til ber, sigur flokkurin.

Sambandsflokkurin sigur eisini, at ríkisveitingin skal vera óbroytt - tann sama, sum hon var í fjør, 641,8 milliónir krónur.

Tingfundurin í dag er klokkan ellivu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859