- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirgangsatsókn móti Svøríki og svium
- Alt bendir á, at talan er um eina yvirgangsatsókn móti Svøríki og svium.
Tað segði Ulf Kristersson, forsætisráðharri, um álopið í Brússel í gjárkvøldið, har ein maður skeyt og drap tveir svenskar fótbóltsfjepparar og særdi ein annan.
Svenski forsætisráðharrin hevði tíðindafund í Stokkhólmi fyrrapartin:
Maðurin, sum hildið verður framdi álopið í Brússel í gjárkvøldið er deyður.
Løgreglan skeyt mannin í Schaerbeek-grannalagnum í landnyrðingspartinum av belgiska høvuðsstaðnum.
Løgreglan váttar fyri blaðnum DH, at leitað verður eftir tveimum fólkum aftrat í sambandi við álopið.
Ulf Kristersson segði eisini á tíðindafundinum, at maðurin hevur verið í Svøríki viðhvørt.
Forsætisráðharrin vildi tó ikki siga, nær ella hvussu leingi, hann hevur verið í Svøríki.