Sleppa undan brúksskyldu - bíða eftir broyting í skattalógini

Sleppa undan brúksskyldu - bíða eftir broyting í skattalógini
Eftir galdandi lóg verður endalig avhending av uppsjóvarkvotum hart skattað
Dennis Holm er landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
 
17.10.2023 - 13:26

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur tikið ásetingina, sum strikar undantakið um brúksskyldu av uppsjóvarfiski, úr lógini.

Línuskip fiska ikki makrel, og línu- og garnaskip fáa í dag makrel at selja. Hetta er beinleiðis stuðul til línuflotan og garnaskip.

Um undantakið verður strikað, noyðast línuskipini sjálvi at fiska makrelin, um hann ikki skal falla aftur til landið. 

Sostatt fær línuflotin einki burtur úr kvotunum, um undantakið verður strikað, og flotin verður tí helst trýstur at avhenda makrelin endaliga.

Eftir galdandi lóg skal tílík søla skattast eftir eini serskattaskipan, sum undanfarna samgonga setti í verk - ein serskipan, sum merkir at sølan av kvotum verður hart skattað. 

Men tað vil Dennis Holm ikki. Hann bíðar við at strika undantakið, til skattalógin er broytt.

Dennis Holm segði soleiðis í Breddanum fyrrapartin:

 

17102023_Bruksskylda

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859