- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj deild fyri samskiftismenning í Almannaverkinum
Nýggj deild fyri samskiftismenning í Almannaverkinum
Fyribils kunnu fólk, sum eru komin til endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing, verða ávíst til samskiftismenning
16.10.2023 - 13:23
Nýggja samskiftisdeildin í Almannaverkinum, Samskiftismenning, er farin til verka.
Fyribils kunnu fólk, sum eru komin til endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing hjá fysio- ella ergoterapiini, verða ávíst til samskiftismenning.
Miriam Hentze Johannesen er leiðari á deildini Samskiftismenning. (Mynd: Almannaverkið)
Men arbeitt verður við einum umsóknarskjali, sum seinni verður tøkt á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.
Miriam Hentze Johannesen, audiologopedur, er deildarleiðari á nýggju deildini Samskiftismenning.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
161102023_Samskiftismenning
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV