Framvegis langt millum partarnar

Framvegis langt millum partarnar
Eftir øllum at døma hava Lønardeildin og sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki trýst hvønn annan nóg leingi enn, sigur semingsmaðurin
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
 
13.10.2023 - 18:45

- Partarnir standa eins langt frá hvørjum øðrum í dag, sum tá ið teir fóru í verkfall.

Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, sum fyrrapartin hitti Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar.

Hann sigur, at einki nýtt kom fram á fundinum fyrrapartin.

Tað, sum vanliga hendir í slíkum málum, er, greiðir semingsmaðurin frá, at tá ið samráðingarnar ikki ganga eftir vild og føra til semju, senda partarnir boð eftir Semingsstovninum..

- Viðhvørt hjálpir tað, sigur hann.

 

Trýsta 

Partarnir brúka eisini konfliktina til at trýsta hvønn annan, og tað er júst tað, Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gera í løtuni.

- Eftir øllum at døma hava partarnir ikki trýst hvønn annan nóg leingi enn, sigur Terje Sigurðsson.

- Enn er so einki hent, sum hevur við sær, at samráðingarnar verða tiknar uppaftur, ella at nakað semjuskjal kann skrivast, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

- Men vilja partarnir hava okkum inn aftur í myndina, seta tey seg í samband við okkum, leggur hann afturat.

 

Verkfallið hert

Klokkan átta í morgun var verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum víðkað til at fevna um ambulatoriini á Suðuroyar Sjúkrahúsi og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Verkfallið byrjaðil mánadagin 2. oktobur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551