Løgtingið fyri at geva løn í skúlatíð

Løgtingið fyri at geva løn í skúlatíð
Næmingar í Heilsuskúlanum skulu nú fáa løn í skúlatíðini heldur enn lestrarstuðul
Heilsuskúlin í Porkeri.
 
11.04.2025 - 06:51

Næmingar í Heilsuskúlanum skulu nú fáa løn í skúlatíðini heldur enn lestrarstuðul.

Men treytin er, at næmingurin hevur arbeiðsgevara. 

Mentanarnevndin hjá løgtinginum tekur undir við uppskotinum hjá Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum.

Arbeiðsgevarin fær 80 prosent av minstulønini endurrindaða ávís tíðarskeið í útbúgvingini, har næmingurin ikki er á fasta starvsvenjingarstaðnum.

Hetta verður gjørt fyri at fáa fleiri at útbúgva seg í heilsu- og vælferðarøkinum, sigur Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum.  
 
Uppskotið fer at kosta landinum 15,5 mió.kr. í 2027, tá skipanin er komin á mál.

Men fýra milliónir vera spardar í lestrarstuðli, so nettokostnaðurin verður 11,5 mió. kr.

Mentanarnevndin heitir á landsstýrismannin um at eftirmeta skipanini, tá hon hevur virkað í eina tíð. 

Hon heitir eisini á landsstýrismannin um at tosa við Heilsuskúlan um fjarlestrarskipan.

Lønarskipanin er ikki klár at seta í gildi enn, tí samráðingar mugu vera við fakfeløgini fyrst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805