- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hagstovan: Skattatrýstið er minkað
Skattatrýstið í Føroyum minkar.
Skattainntøkurnar hjá tí almenna vuksu í fjør samanborið við undanfarin ár, men bruttotjóðarúrtøkan er vaksin lutfalsliga meira enn skattainntøkurnar, og tí er skattatrýstið minkað, sigur Hagstovan.
Skattatrýstið í Føroyum var 40,6 prosent í 2022.
Skattainntøkurnar hjá tí almenna vóru góðar 10,2 milliardir krónur í fjør. Inntøkurnar vuksu 621 milliónir krónur, ella 6,5 prosentum, sammett við 2021.
Skattatrýstið er tað minsta síðani 2016.
Á sama stigi sum í grannalondunum
Skattatrýstið verður roknað sum skattir og avgjøld av bruttotjóðarúrtøkuni.
Skattatrýstið í Føroyum er á sama stigi sum skattatrýstið í grannalondunum á meginlandinum, meðan grannalondini vestanfyri hava eitt minni skattatrýst.
Skattatrýstið broytist frá einum ári til annað, men søguliga hevur rákið verið, at skattatrýstið í Føroyum, Noregi og Finnlandi hevur verið rættiliga javnt, meðan skattatrýstið í Danmark hevur verið nøkur prosentstig hægri, skrivar Hagstovan.