Bernhard fekk ársins sálarheilsuvirðisløn

Bernhard fekk ársins sálarheilsuvirðisløn
Bernhard H. Petersen hevur í mong ár verið virkin í Frelsunarherinum, har hann hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri heimleys í Føroyum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, handaði Bernhardi H. Petersen sálarheilsuvirðislønina hjá Sinnisbata.
 
11.10.2023 - 15:47

Bernhard H. Petersen fekk ársins sálarheilsuvirðisløn í ár frá Sinnisbata.

Grundgevingin er, at Bernhard H. Petersen hevur í mong ár verið virkin í Frelsunarherinum, har hann hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri heimleys í Føroyum. 

Hann var við í arbeiðinum, tá Frelsunarherurin fyri 25 árum síðani læt upp Herbergið.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, segði, tá hon handaði virðislønina, at tá tey fyri stuttum stóðu í dýrastu neyð, tí støðan var blivin so akutt hjá nógvum heimleysum fólkum, komu eini boð í innbakkan hjá sær. 

 

Set teg í samband við Bernhard

"Set teg í samband við Bernhard, stóð tað. 

Eg veit, at hann hjálpir. 

Vit so gjørdu, og tað tók stutta tíð, so høvdu vit gjørt eina avtalu um fleiri herbergspláss. 

Hetta var dømi um hjartaligheit, sum bleiv førd út í lívið," segði Sirið Stenberg.

Hetta er sjeynda árið á rað, at Sinnisbati letur virðislønina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335