- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rætturin skal viðgera hassj-smugling í seks dagar
Rætturin skal viðgera hassj-smugling í seks dagar
Menninir, sum eru ákærdir, hava verið í varðhaldi í næstan eitt ár
11.10.2023 - 08:26
Seks rættardagar eru settir av til eitt mál um hassj, sum er smuglað til Føroya.
Tveir menn eru ákærdir.
Annar er ákærdur fyri at smugla 25 kilo av hassji, og hin fyri at hava smuglað 10 kilo.
Annar er ákærdur fyri at hava smuglað í tveimum førum, 15 kilo í tí fyrra og 10 kilo í tí seinna.
Hassjið var í bilum, sum komu við Norrønu.
Menninir hava verið í varðhaldi í næstan eitt ár.
Teir nokta seg sekar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV