- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Tey søgdu, at eg skuldi drepa meg sjálva"
Andrea Jónsveinsdóttir Tungá livdi eitt at síggja til vanligt lív í heimbygdini á Sandi, har hon er fødd og uppvaksin. Foreldrini hjá Andreu fóru hvør til sítt, tá Andrea var smágenta, og tað var ikki altíð lætt at vera Andrea.
Og ein dagin, tá Andrea var 13 ára gomul, broyttist alt. Andrea fekk eini boð frá vinkonuni, har vinkonan greiddi frá, at myndir av Andreu vóru lagdar á netið.
"Eg var í sjokk. Eg helt, eg kundi stóla upp á hann. Tað veit eg so nú, at tað kundi eg ikki", sigur Andrea, sum í dag er 22 ára gomul.
Privatar myndir í umferð
Nú fyrrverandi sjeikurin hjá Andreu hevði lagt myndir av Andreu út á netið. Og so gekk tað skjótt. Myndirnar vóru á ymsu sosialu pallunum og serliga á einum sosialum miðli, sum tá var nógv frammi, kallaður Ask.fm. Um sama mundið var Andrea við barn, og tað vóru nógv, sum eisini viðmerktu og brúktu hetta í happingini.
"Tað varð sagt, at eg skuldi drepa meg sjálva. At eg skuldi taka abort, tí barnið hevði ikki uppiborið at havt eina horu til mammu", minnist Andrea.
Ikki bara á netinum
Nærum hvønn dag sá Andrea ymsar falskar vangar á ymsu sosialu miðlunum, sum gjørdu seg út fyri at vera Andrea og løgdu privatu myndirnar av henni út umaftur. Hvørja ferð gjørdi Andrea vart við, at profilurin var falskur, men áðrenn hon náddi at venda sær, var enn ein falskur profilur gjørdur.
Ein vanligan gerandisdag kundi Andrea fáa upp móti 50 boðum. Og tað var ikki bara á netinum, at Andrea so at siga var forfylgd.
"Eg minnist væl, at eg ein dagin var farin ein túr í SMS. Tá fekk eg eini boð frá einum dulnevndum persóni, sum segði seg hava fylgt aftaná mær í SMS fyri at kunna stinga ein knív í búkin á mær. Eg fór púra í sjokk, og eg visti ikki míni livandi ráð. Eg sat í SMS, til mamma mín kundi koma eftir mær, tí eg tordi ikki at fara út einsamøll", minnist Andrea.
Kendi seg forfylgda
Happingin gjørdist so mikið umfatandi, at Andrea kendi á sær, at øll vistu, hvør hon var. Hon tordi og tímdi ikki út um hurðina, og hon sat nógv heima. Happingin var so ógvuslig, at Andrea bæði valdi at flyta bústað og skifta eftirnavn.
"Eg hevði so nógvar keðiligar kenslur í kroppinum, og tað elvdi til, at eg kundi finna upp á skera í meg sjálva. Eg tordi ikki út, tí eg var bangin fyri at fólk fóru at hyggja eftir mær skeivt", sigur hon.
Tað gjørdist so álvarsamt, at Andrea sá ongan annan veg úr skommini og ræðuleikanum enn at taka lívið av sær sjálvari.
"Ein dagin gav eg upp. Eg orkaði ikki hesar kenslurnar meira. Eg vildi, at alt skuldi steðga, og eg helt, at tað bara kundi steðga, um eg ikki var her meira. So eg royndi at gera av við meg sjálva".
Kempaði fyri sonin og seg sjálva
Men okkurt í Andreu vildi tað øðrvísi.
"Ein dagin fann eg mót og styrki til at siga við meg sjálva, at eg ikki skuldi taka mær av hesum meira. At hetta ikki skuldi oyðileggja lívið hjá mær. So eg ringdi til mammu og bað hana um hjálpa mær", sigur Andrea.
Eftir hetta flutti Andrea til Havnar at búgva hjá mammuni og táverandi unnustanum hjá mammuni, sum bæði vildu hjálpa Andreu, nú hon var við barn. Men kortini var tað als ikki so lætt. Stutt eftir føðingina varnaðist Andrea, at hon ikki var uppgávuna vaksin. Sonurin fór tí til fosturs, og hetta tók sera hart upp á Andreu.
"Eg byrjaði at drekka rættiliga illa, og eg tók ymisk rúsevnir. Hvørja viku drakk eg frá hósdag til sunnudag, og so tók eg LSD og roykti hash. Eg var úti um náttina og svav um dagin. Eg búði hjá mammu, og hon royndi sjálvandi at steðga mær, men tað nyttaði lítið beint tá", sigur hon.
Ein dagin fekk Andrea nokk. Frá degi til dags tók hon avgerð um, at rúsmisnýtslan skuldi steðga. Megina og mótið fann hon í soninum.
"Eg hugsaði um sonin og um, at soleiðis gongur ein mamma ikki. So eg valdi at hjálpa mær sjálvari. Eg setti meg í samband við DAT ung fyri at fáa hjálp onkursvegna, og har var eg í bólkaviðgerð og slapp til sálarfrøðing. Tað hjálpti mær nógv. Alt bleiv ikki gott við eitt, men støðan bleiv betri og betri".
Fyrireikar jarðarferð í høvdinum
Tá Andrea var 20 ár gjørdust hon og sjeikurin foreldur at einari dóttur. Andrea hevði nógvar framtíðarætlanir, men tá dótturin var tríggjar mánaðar, funnu tey útav, at dótturin hevði Aicardi-Goutéres-syndrome. Tað hevur eitt nú við sær, at lítla gentan ikki fer at mennast eins og onnur børn. Framtíðin og mongu ætlanirnar vóru tí settar í bíðustøðu.
"Eg hevði nógvar framtíðardreymar. Eg ætlaði at vera politist ella lesa til heilsuhjálpara. Men tað er alt sett í bíðistøðu í verandi løtu. Eg havi ikki hug til at hugsavna meg um annað enn dóttrina og dagin í dag", sigur Andrea og leggur afturat, at tað heldur ikki eru stundir til at hugsa for nógv. Gerandisdagurin gongur einamest út upp á at vera um dóttrina, sum orsakað av sjúkuni skal til alskyns læknavitjanir í tíð og ótíð.
Framtíðin er óviss. Útlitini hjá dóttrini til lívið eru ikki long, og tað hevur merkt bæði gerandisdagin og framtíðarætlanirnar hjá Andreu.
"Viðhvørt hugsi eg eitt sindur framtíðina, og spekuleri upp á um vit skulu hava fleiri børn. Aðrar dagar fyrireiki eg jarðarferðina hjá henni í høvdinum hjá mær".
Øðrvísi familjulív
Andrea luttekur í fyrsta parti av nýggjastu sesongini av Sært tú meg?, sum verður í sjónvarpinum hóskvøldið.
Næstu fýra hóskvøld eru vit flugur á vegginum, tá fremmandir ungdómar hittast í eini roynd at leggja meiningarnar hjá øðrum á hillina og tosa frítt frá hjartanum.
Í fyrsta parti hitta vit fýra ung, ið kenna til eitt øðrvísi familjulív. Ung, ið ikki eru vaksin upp í einari siðbundnari kjarnufamilju. Vit hitta bæði ung foreldur, skilnaðarbørn, ættleidd ung og ung, ið eru vaksin upp í einum heimi við rúsdrekka.
Fyrsti partur av "Sært tú meg?" verður at síggja í sjónvarpinum nú hóskvøldið eftir Dag og viku. Síðani verða partarnir vístir næstu trý hóskvøldini. Til ber at fylgja við, hvat ið hendir aftan fyri "Sært tú meg?" og fáa nýggjastu kunningina um luttakararnar og røðina á Instagram og Facebook
1. sesong av "Sært tú meg?" kann síggjast her.