Almennu útreiðslurnar í fjør vóru 12 milliardir kr.

Almennu útreiðslurnar í fjør vóru 12 milliardir kr.
Flestu útreiðslur fara til aldurdóm, familju og børn, sjúkur og avlamni og arbeiðsloysi
Almennu útreiðslurnar í fjør vóru 300 milliónir kr. størri enn árið fyri.
 
05.10.2023 - 08:34

Almennu útreiðslurnar vóru góðar 12 milliardir krónur í 2022, 300 milliónir krónur, 2,7 prosent, meira enn í 2021, skrivar Hagstovan.

Tvey virkisøki eru ikki við í øktu útreiðslunum. Tað er útreiðslurnar til heilsu og lóg og trygd.

Tær eru ávikavist 106 og 29 milliónir minni enn í 2021, skrivar Hagstovan.

Almennu útreiðslurnar verða býttar í tíggju yvirskipað virkisøki. 

Flestu útreiðslurnar fara til almannavernd, sum millum annað eru aldurdómur, familja og børn, sjúkur og avlamni og arbeiðsloysi. 

Útreiðslurnar til almannavernd vóru góðar 4,3 milliardir krónur í 2022. 

 

Tá útreiðslurnar til undirsjóvartunlar minka, vaksa útreiðslurnar til vegir og berghol, sigur Hagstovan. (Savnsmynd: Hagstovan)

 

Nógv fer til flutning

Í Føroyum verður lutfalsliga stórur partur av almennu útreiðslunum brúktur til flutning samanborið við grannalondini. 

Útreiðslurnar til flutning hava verið millum seks og 14 prosent av almennu útreiðslunum árini 1998 til 2022, serliga útreiðslur til vegir, tunlar, havnir og skip. 

Tá útreiðslurnar til undirsjóvartunlar minka, vaksa útreiðslurnar til vegir og berghol. 

Líkt er til, at størri útreiðslur til vegir og berghol hava ligið á láni í teimum tíðarskeiðum útreiðslurnar til undirsjóvartunlar hava verið størstar. 

Útreiðslurnar til vegir, berghol, havnir og skip eru slakar 250 milliónir krónur størri í 2022 enn í 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117