Starvsstovan størri játtan til eftirlit

Starvsstovan størri játtan til eftirlit
Skotið verður upp at hækka játtanina til útflutningseftirlit í sambandi við tiktøk móti Russlandi 800.000 kr.
Nú sleppa bara russisk skip, sum fiska eftir fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland, í føroyska havn. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
02.10.2023 - 08:57

Einki er sett av í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2024 sum endurgjald til teirra, ið missa, nú russisk skip, onnur enn tey, sum fiska sambært avtaluna við Føroyar, ikki sleppa í havn í Føroyum.

Men í uppskotinum er játtanin til útflutningseftirlit hækkað 800.000 kr. í sambandi við tiltøk móti Russlandi.

Nú útflutningurin til Russlands er minkaður niður í lítið og einki, minka inntøkurnar hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Samstundis krevur ES, at Heilsufrøðiliga starvsstovan ger fleiri kanningar og eftirlitsvitjanir á virkjum, sum útflyta til ES.

Játtanin til hetta eftirlit er tí hækkað 1,2 mió. kr.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859