Navigare Shipping er Ársins Virki 2023

Navigare Shipping er Ársins Virki 2023
Talan er um eina fyritøku, sum byrjaði við at grabba, flyta og selja sand, men sum við tíðini hevur flutt seg meira yvir í flutningsvinnuna, sigur dómsnevndin
 
30.09.2023 - 10:42

Á ársins Vinnudegi, sum var hildin í Norðurlandahúsinum í gjár, var Navigare Shipping kosið Ársins Virki 2023.

Í grundgevingini hjá dómsnevndini stendur millum annað, at talan er um eina fyritøku, sum byrjaði við at grabba, flyta og selja sand, men hevur við tíðini flutt seg meira yvir í flutningsvinnuna. 

Í dag er fyritøkan vorðin ein av størstu flutningsfyritøkunum í Føroyum, og virkar serliga í vinnuflutningi.

Síðan seinasta ættarliðsskifti í fyritøkuni fyri gott 15 árum síðan, tá ið fýra brøður tóku yvir, hevur fyritøkan meir enn 10 faldað bæði umsetning og starvsfólkatal. 

Í dag eigur fyritøkan 13 skip, og leigar og rekur hartil tvey skip afturat. Fyritøkan hevur umleið 200 stavsfólk, sum dagliga arbeiða á skrivstovum í Føroyum, Norra, Skotlandi og Póllandi, umframt umborð á skipunum, sum sigla runt í størsta partinum av norður Evropa.

Fyritøkan flytur um 2 mió. tons av vørum árliga, og liggur áleið 80 prosent av søluni hjá felagnum í dag uttan fyri Føroyar.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342