Vilja styrkja samstarvið við ES

Vilja styrkja samstarvið við ES
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur hitt ES-nevndarlimin í handilsmálum
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Valdis Dombrovskis, ES-nevndarlimur í handilsmálum.
 
29.09.2023 - 15:29

Landsstýrið vil styrkja samstarvið við ES.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hitti í gjár ES-nevndarlimin í handilsmálum, Valdis Dombrovskis, á fundi í Brússel.

Teir umrøddu ætlanina at menna eitt sterkari og meira fjøltáttað samstarv millum Føroyar og ES.

Landsstýrið vil styrkja handilssamstarvið við ES, sum kann tryggja føroyskum framleiðarum og útflytarum betri marknaðaratgongd til ES-marknaðin fyri virkaðar fiskavørur.

Nýggja geopoltiska støðan ger, at tað er meira umráðandi enn áður at styrkja viðurskiftini millum Føroyar og ES, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Høgni Hoydal sigur eisini, at hóast Føroyar longu hava eitt samstarv við ES á fleiri økjum, eru góðar vónir um, at útlit eru fyri at menna viðurskiftini, ikki minst á handilsøkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859