- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eitt verkfall við óvanliga umfatandi stigum
Eitt verkfall við óvanliga umfatandi stigum
Allar seingjadeildirnar á teimum trimum sjúkrahúsunum eru raktar, nú felagið fyri føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar hevur lýst verkfall komandi mánadag.
28.09.2023 - 19:21
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava í dag lýst verkfall, galdandi frá mánadegnum 2.oktobur kl.08.00.
Samráðingarnar ímillum partarnar slitnaðu í gjár, tá semingsstovnurin gav skarvin yvir, at røkka eini semju ímillum partarnar báðar; Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar øðrumegin og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum hinumegin.
Eftir fundin ímillum felagið og álitisfólkini í dag, kom niðurstøðan: eitt óvanliga umfatandi verkfall, sum rakar allar seingjadeildirnar á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV