Hava fiskað góð 1.000 tons á Føroyabanka

Hava fiskað góð 1.000 tons á Føroyabanka
Tilsamans er fiskur av Bankanum avreiddur fyri góðar 22 milliónir kr. higartil í ár
Helvtin av veiðini á Føroyabanka í ár er toskur, 450 tons. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
26.09.2023 - 08:27

Føroysk skip hava higartil í ár fiskað 1012 tons á Føroyabanka.

Útvið helvtin, 450 tons, er toskur.

Tað vísir nýggjasta yvirlitið hjá Vørn yvir fiskiskapin á Føroyabanka í ár.

Toskurin av Føroyabanka er avreiddur fyri tilsamans 14 milliónir krónur, tað gevur ein miðalprís upp á 31 krónur kilo.

Umframt tosk hava føroysk skip fiskað 362 tons av hýsu, 130 tons av longu, 20 tons av havtasku, 14 tons av upsa, tvey tons av hvítingi og umleið 10 tons av øðrum fiskasløgum á Føroyabanka í ár.

 

Toskur av Føroyabanka er avreiddur fyri góðar 22 milliónir kr. í ár. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

22 milliónir

Tilsamans er fiskur av Føroyabanka avreiddur fyri góðar 22 milliónir krónur higartil í ár.

Í fjør fiskaðu føroysk skip tilsamans góð 2500 tons á Føroyabanka. Tá var nógv tað mesta hýsa, útvið 1600 tons. Tá vóru bara 68 tons av toski fiskað á Føroyabanka. Avreitt var fyri góðar 68 milliónir krónur.

Línuskip, stórir útróðrarbátar í bólki-4 og smærri útróðrarbátar í bólki-5 hava avmarkað loyvi at royna á Føroyabanka. 

Í ár hava línuskip tilsamans 80 fiskidagar, stórir útróðrarbátar 150 dagar og smáir útróðrarbátar tilsamans 100 fiskidagar á Føroyabanka. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342