Vakrasti seyðurin skal finnast

Vakrasti seyðurin skal finnast
Landsseyðasýningin í ár verður 8. til 11.november
Landsseyðasýning verður aftur í ár.
 
24.09.2023 - 16:12

Landsseyðasýningin í ár verður 8. til 11.november.

Og kunngjørt verður 17.november, hvør vinnur. 

Freistin at boða frá er til 6.november kl.15.00. 

Fyri at vera við í landsseyðasýningini, skal seyðurin vera sýnaður á lokalari sýning, sum Búnaðarstovan hevur góðkent. 

Harafturat skal seyðurin vera frískur.

Tað skal vera staðfest við ílegukanning, at hann hevur mótstøðuføri móti ridluskriða, sigur Búnaðarstovan.

Tá tær lokalu sýningarnar hava verið, fara sýnsmennirnir til økini at sýna tríggjar teir vakrastu veðragjólingarnar, tríggjar teir vakrastu veturgomlu veðrarnar og tríggjar teir vakrastu veðrarnar, tvey ár ella eldri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342