Søkja eftir avloysara fyri Honnu Jensen

Søkja eftir avloysara fyri Honnu Jensen
Starvið sum virkandi rektari á Miðnámi á Kambsdali verður fyribils sett til 1. august 2025
Hanna Jensen er komin aftur í løgtingið, og nú verður søkt eftir avloysara fyri hana í rektarastarvinum á Miðnámi á Kambsdali.
 
21.09.2023 - 14:02

Nú ber til at søkja starv sum rektari í Miðnámsskúlanum á Kambsdali.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið lýsir eftir avloysara fyri Honnu Jensen, sum er rektari á Kambsdali, men sum nú er farin aftur í tingið.

Starvið sum virkandi rektari á Miðnámi á Kambsdali verður fyribils sett til 1. august 2025. Møguleiki er at leingja setanina eitt skúlaár í senn.

Freistin at søkja starvið er um góðar tríggjar vikur, sunnudagin 15. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. apríl
Morgunlestur leygardagur 12.apríl 2025
190388
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551