Fyrsta "Kvøldvaktin" verður í kvøld

Fyrsta "Kvøldvaktin" verður í kvøld
"Kvøldvaktin" kallast nýggj beinleiðis útvarpssending, sum verður send mikukvøld klokkan 21.30. Tað er Svend Danielsen frá ungdómstoyminum Biit, ið er vertur
 
20.09.2023 - 18:16

Tit kenna øll síðstu kvøldmáltíðina, sangin um síðstu vaktina og kanska eisini danska filmin um náttarvaktina. 

Nú fáa tit so "Kvøldvaktina" í útvarpinum. 

Talan er um nýggja beinleiðis útvarpssending, sum verður send mikukvøld klokkan 21.30.

Tað er Svend Danielsen frá ungdómstoyminum Biit, ið er vertur. 

Svend lýsir "Kvøldvaktina" soleiðis:

"Ert tú troyttur av endursendingum um kvøldið? So er "Kvøldvaktin" tað, ið tú hevur bíðað eftir. Ein beinleiðis tónleikasending við einum ungum frískum verti. Og ert tú ikki nøgdur við sangvalið, so er tú vælkomin at gera tína ávirkan galdandi við einum sangynski á sms 224000."

Hvat: Kvøldvaktin
Hvar: Í útvarpinum
Nær: Mikukvøld kl. 21.30

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308